##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Jóna Nicolajsen gjørdi við málverjan, Óluvu Allansdóttir Joensen og verjuspælaran, Biritu Ryan aftaná 0-6 tapið fyri Skotlandi í HM-undankappingardystinum á Tórsvølli.
Bæði Óluva og Birita hava blandaðar kenslur. Tær halda, at føroyska kvinnulandsliðið stríddist væl ímóti Skotlandi, men tað vóru løtur har tað sá illa út, og tær løturnar kostaðu dýrt. Føroysku kvinnurnar komu í ein bólk við fýra krútsterkum liðum, Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn, og tí fór tað altíð at gerast torført.
Talan er tó um ein framburð í leiki og hugburði, og tað halda Óluva og Birita liðið vísti í hesum báðum seinastu HM-undankappingdystunum á hesum sinni, ið vóru móti Ukraina og Skotlandi á Tórsvølli.
Føroyar – Skotland 0-6 (0-4) - HM-undankappingardystur
0-1: Nicola Docherty 17.
0-2: Caroline Weir 40.
0-3: Erin Jacqueline Curhbert 45.
0-4: Martha Ellen Thomas 45.+1
0-5: Rachel Corsie 53.
0-6: Jen Beattie 68.
760 áskoðarar
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Mona Rasmusardóttir, Maria á Lakjuni (Rakul M. Johannesen, 46./Rebekka Fjallsá Benbakoura, 64.), Birita Ryan, Ásla Johannesen (Tórunn Joensen, 57.) – Sarita Maria Mottfoss, Ansy Sevdal Jakobsen (Olga Kristina Hansen, 87.), Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal – Lea Lisberg (Hervør Olsen, 46.)
Valborg Østerø, Julia Naomi Mortensen, Tóra Mohr, Ásá Stóra Carlsen, Rúna Jacobsen
Venjari: Lene Terp