FM1: Nyttar einki hjá EB/Streymi at vera í kolkjallaranum

(FM1) Hoyr ein fattan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi staðfesta stórtap móti KÍ, og leggja dent á, at EB/Streymur vinnur seg uppaftur

##med2##

EB/Streymur hevur fingið nógv góð orð á vegnum um, at teir hava staðið væl á vøllinum, og hava vart væl í fleiri dystum í Betrideildini.

Men seinastu tveir dystirnar hevur EB/Streymur veruliga fingið oyrini í maskinuna. Fyrst í farna umfarið við einum 0-6 tapi móti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu, og í kvøld bleiv ilt verri tá EB/Streymur á heimavølli tapti 0-7 móti KÍ.

EB/Streymur – KÍ 0-7 (0-3)

0-1: Páll A. Klettskarð 12.

0-2: Patrik Johannesen 27.

0-3: Deni Pavlovic 36.

0-4: Jóannes K. Danielsen 55.

0-5: Jonn Johannesen 70.

0-6: Jonn Johannesen 72.

0-7: Jóannes Bjartalíð 89.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi staðfestir, at teir møttu einum sera góðum og sterkum KÍ-liði sum ikki eirdi teir í dystinum í kvøld. Jákup Martin Joensen sigur, at hóast stóra tapið vóru løtur av dystinum sum vóru jaligar.

Jákup Martin sigur, at tað hevur stóran týdning, at ein ikki fer at flákra aftaná ein sigur. Hinvegin er tað eisini týdningarmikið, at ein ikki fer niður í kolkjallaran aftaná stórtap. Hann sigur, at EB/Streymur fer at vinna seg uppaftur, og tað verður eitt motiverað EB/Streyms-lið sum møtir við Stóra í Trongisvági at spæla móti TB sunnudagin 16. august. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)