##med2##
NSÍ er á øðrum plássi nú við 50 stigum, átta stig aftanfyri HB, og eru runavíkingar væl við í kappingini um at sleppa út í Evropa komandi ár.
NSÍ var á vitjan á Argjum í dag. Tað sá rættiliga trygt út við einari 2-0 leiðslu í steðginum, men móti endanum bleiv tað í so spennandi tá AB minkaði um munin til 1-2.
AB – NSÍ 1-2 (0-2)
0-1: Petur Knudsen (8.)
0-2: Jesper Flinck Christjansen (42.)
1-2: Bartal S. Petersen (90.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A: Olsen. Klæmint viðgongur, at tað bleiv í so spennandi móti dystarenda, men hann undirstrikar, at talan er um ein týðandi sigur hjá NSÍ. Klæmint sigur, at á vøllinum hava teir ikki broytt nakað hóast Glenn Ståhl ikki longur er høvuðsvenjari hjá liðnum.
HER ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Asbjørn Heðinsson hjá AB.