Seinnapartin rullar fótbólturin á FM1 frá klokkan 14.
Klokkan 14 til klokkan 14.52 verður sendingin Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursend.
Klokkan 15 verður sagt beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og Skála við Løkin í Runavík. Klokkan 16 verður sagt frá dystinum - "Best of the Rest" - millum ÍF og EB/Streym í Fløtugerði í Fuglafirði.
Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og Víking, ið byrjar klokkan 15.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.











