##med2##
Fyri fyrstu ferð í seks ár var aftur grannauppgerð millum B68 og NSÍ í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum á Svangaskarði seinnapartin í dag.
Nógv høvdu NSÍ sum greiðan favoritt, men toftamenn stríddust manniliga, og teir vóru um at vinna eitt stig við einum sjálvmáli, men mistu so stigið úr hondum orsaka av einum sjálvmáli, og so kundi NSÍ anda lættan um ein 2-1 sigur.
B68 – NSÍ 1-2 (0-0)
0-1: Mikkel Elbæk Jakobsen (69.)
1-1: sjálvmál (83.)
1-2: sjálvmál (87.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá málunum sum komu í grannauppgerðini á Svangaskarði.
2) Jákup A. Olsen var viðmerkjari hjá FM1, og hann tók saman dystin. Jákup heldur, at B68 kann veruliga iðra seg um at hava mist eitt týdningarmikið stig.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jørgen Nielsen hjá NSÍ, ið bara kann staðfesta, at grannauppgerðir eru altíð torførir dystir, og tí var tað gott at sleppa heim aftur til Runavíkar við trimum stigum.
4) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn hevði við høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen sum hevði blandaðar kenslur aftaná dystin. Øssur heldur, at hansara menn veruliga vístu góðan hugburð og arbeiddu hart, og tí iðrar hann seg um, at teir ikki fingu eitt stig fyri alt stríðið.