FM1: NSÍ-EB/Streymur 4-1 - Hoyr málini og Glenn Ståhl

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann 4-1 á EB/Streymi, og hoyr høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl taka samanum avrikið

##med2##

NSÍ skoraði aftur fýra mál á heimavølli, og vann í dag 4-1 á EB/Streymi. NSÍ gjørdi enntá sjálvmál í fyrra hálvleiki aftaná at hava verið frammanfyri 2-0.

NSÍ – EB/Streymur 4-1 (2-1)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Klæmint A. Olsen

2-1: Sjálvmál

3-1: Jesper Christjansen

4-1: Búi Egilsson

Klæmint A. Olsen manglar bara tvey mál fyri at røkka 200 málum í bestu mansdeildini í fótbólti.

Hóast 4-1 sigurin er høvuðsvenjarin hjá NSÍ ikki bara nøgdur, serliga ikki við spælið í seinna hálvleiki. Glenn Ståhl slær fast, at enn eru ting at arbeiða við hjá NSÍ.

Men stigini eru góð, og NSÍ ætlar at stríðast fyri sínum møguleika.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum fimm málunum í dystinum. Trygvi Mortensen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Glenn Ståhl aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. Hoyr eisini Trygva Mortensen, viðmerkjara hjá FM1 taka samanum dystin. 

##med3##

(NSÍ-EB/Streymur 4-1. Hoyr málini, og hoyr samrøðu við Glenn Ståhl)