FM1: Neistakvinnur vunnu seg trygt víðari til hálvfinalurnar

(FM1) Hoyr Báru K. Mortensen hjá VB og 16 ára gamal stórtalentið hjá Neistanum, Bjørk Joensen seta orð á greiða 34-20 (18-11) sigurin hjá Neistanum

##med2##

Neistakvinnur vunnið seg í dag trygt víðari til hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini við trivaligum 34-20 sigri á VB í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Neistin á odda 18-11.

Tað stendur millum H71 og Stjørnuna um at tryggja seinna hálvfinaluplássið, men har hevur H71 munandi betur kort á hondini.

Neistin hevur fýra stig og H71 hevur trý stig, og ein málmun uppá pluss átta. Stjørnan hevur eitt stig og ein málmun uppá minus eitt. VB er aftast við ongum stigi. 

Um H71 tapir við einum máli móti Neistanum komandi sunnudag má Stjørnan vinna við átta málum á VB suðuri í Vági.

Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan

Neistin-VB 34-20 (18-11)

Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 14, Bjørk Joensen 8 og Ingun Kristina Persson 4.

Toppskjúttar VB: Vladana Lazendic 5, Helga Kjærbo 4, Durita K. Hjelm 3 og Bára K. Mortensen 3.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum. Sigrun Mikkelsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við trímálsskjúttan hjá VB, Báru K. Mortensen sum  staðfestir eitt greitt tap, men eitt ella annað stað er Bára glað fyri, at tær í VB royndu at hanga í seinastu løtuna av dystinum. Nú verður heimadysturin móti Stjørnuni suðuri í Vági tikin sum ein venjingardystur undan endaspurtinum av innleiðandi kappingini í SMS-deildini. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við blaðunga stórtalentið hjá Neistanum, Bjørk Joensen sum skoraði ikki færri enn átta mál fyri Neistan í dag. Bjørk sum hevur spælt við U16-liðnum hjá Neistanum hetta kappingarárið er fegin um møguleikan hon fekk, og hon heldur, at tað var ein stór uppliving, og tað gekk væl eisini. 

4) Hoyr Sjúrð og Sigrun taka samanum ein ruddiliga uppibornan Neistasigur. Sigrun metir tó, at Kyndil og H71 eru favorittar til at Faxe Kondi kappingina.

Í bólki 1 vann Kyndil 32-12 (20-5) á H71. Kyndil hevur fýra stig og heili pluss 31 í málmuni, og hevur vunnið seg í hálvfinalurnar. VÍF hevur tvey stig, StÍF og H71 2 hava einki stig fingið. 

Mikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍF (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

 

(Samrøður: Bára K. Mortensen og Bjørk Joensen. Samanumtøka: Sigrun Mikkelsen)