Føroyingar skulu ikki bíða alt ov leingi, áðrenn løgmaður fer at tilnevna nýggja landsstýrisfólkið í samferðslumálum. Tað segði hann við tíðindasendingina hjá FM1 í dag.
- Eg ætli ikki at sita við málsøkinum í nógvar vikur, men hinvegin ætlar eg mær ikki at skunda okkum ov nógv. Vit mugu brúka tað tíð tað krevst, at finna eitt hóskandi landsstýrisfólk, ið kann taka sær væl av okkara samferðslu og arbeiðsmarknað, og sum eisini kann tæna flokkinum. Tað giti eg fer at taka nakrar vikur. Umleið heystfrítíðina. Beint frammanundan ella beint eftir heystfrítíðina trúgvi eg, at vit hava eitt nýtt landsstýrisfólk í samferðslumálum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við FM1.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við løgmann, har hann eisini viðgerð politisku støðuna, við at trýsta á pílin undir myndini.