FM1: Nógvar góðar taktir hjá 07 Vestur hóast 0-2 tap

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur seta orð á fyrsta dystin hjá 07 Vestur í Betrideildini á hesum sinni

##med2##

- Har vóru nógvar góðar taktir, og her er avgjørt okkurt at arbeiða við.

Givið er, at høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Heðin Askham er ikki nøgdur við at leggja út við einum tapi í fyrsta dystinum. Serliga illa kom tað við, at B36 legði seg á odda beint undan steðginum í dystinum á Dungasandi í Sørvági. 

07 Vestur tapti 0-2 fyri B36, men Heðin Askham er vónríkur um, at teir í 07 Vestur kunnu knógva fyrsta sigurin heim komandi leygardag tá B68 kemur á vitjan.

Heðin greiðir frá, at gongdin er góð og jalig í felagnum. Kvinnurnar vera eisini partur av Betrideildini í ár, og tey yngru liðini eru í einari góðari gongd og fólk í Vágum vísa felagnum stóran áhuga.

07 Vestur – B36 0-2 (0-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen (44.)

0-2: Martin Agnarsson (64.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Heðin Askham. 

  HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.

(Samrøða: Heðin Askham)