##med2##
CSKA Sofia - gamla felagið hjá herinum í tí kommunistiska Bulgaria. 31 ferðir hava teir verið bulgarskir meistarar, og besti bulgarski spælarin nakrantíð, Hristo Stoichkov eigur ein fjórðing av felagnum.
Veddingarfyritøkurnar góvu B36 næstan ongan møguleika móti CSKA Sofia, men teir hvítu úr Havn stríddust mannilliga móti yvirmaktini, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað Sebastian Pingel at fáa spenning í dystin við at minka um munin til 1-2. Bulgarska heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum, og í 83. minutti øktu teir til 3-1.
Jákup á Borg hevur eitt sindur blandaðar kenslur um dystin. Hann er rættiliga væl nøgdur við seinna hálvleik, har B36 fekk mál og megnaði at hótta heimaliðið meir. Fyrra hálvleik er Jákup minni nøgdur við, og hann heldur avgjørt, at B36 burdi havt ruddað burtur tá CSKA skoraði málini hjá sær.
Men Jákup er samlað sera fegin um evropeiska ævintýrið hann og spælararnir hava havt farnu vikurnar.