FM1: Mundi kløkkað lívið av hundinum í berum fagnaði

(FM1) Hoyr fyrrverandi liðskiparan, Atla Gregersen seta orð á ótrúliga comeback´ið og sigurin á Malta á Tórsvølli í kvøld

##med2##

Atli Gregersen fór mangan brattan fyri føroyska landsliðið, seinnu árini sum liðskipari.

Í kvøld var Atli Gregersen í einum nýggjum leikluti, ið hann eisini gongur sera høgt uppí, nevnliga at vera landsliðsfjeppari.

Tað var um reppið, at stóri fagnaðurin hjá Atla tá Brandur H. Olsen skoraði sigursmálið til 3-2 við einari ófatuligari vakrari frísparksperlu. 

Ikki minni glaður er Atli fyri 1-0 málið hjá Klæminti, og 2-2 málið hjá Lava. Atli dregur eisini fram, at liðfelagin í Víkingi, og gamli liðfelagin á landsliðnum, Sølvi Vatnhamar átti forarbeiðið til tvey tey fyrstu málini.

Einasti kritikkur Atli hevur er hesin: - Lava dugir bara slettis ikki at jubla. 

- Eg segði við sonin hjá mær, at antin fær Lava reytt kort, ella skorar hann, og so koma hann inn og setti eld á tað føroyska liðið, greiðir Atli frá. 

Føroyar – Malta 3-2 (1-1)

1-0: Klæmint A. Olsen (25.)

1-1: Jürgen Degabriele (37.)

1-2: Andrei Agius (73.)

2-2: Andreas Lava Olsen (87.)

3-2: Brandur H. Olsen (90.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra gomlu landsliðshetjuna, Atla Gregersen, nú stórfjeppara hjá landsliðnum seta orð á ótrúliga 3-2 sigurin á Malta í kvøld. 

##med3##

(Samrøða: Atli Gregersen um ótrúliga 3-2 sigurin á Malta)