FM1: Mickey Shemesh gestur í "Home and Away"

(FM1) Onnur ensktmælta sendingin í røðini "Home and Away - With a Twist" verður á FM1 klokkan 10 í morgin

FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg

Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru útlendingar ella tilflytarar.

Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.

Í morgin klokkan 10 er Mickey Shemesh úr Kvívík gestur hjá Stellu Zachariassen.

Mickey hevur føroyska mammu og ísraelskan pápa, og fer at lýsa tær báðar mentanirnar, og tey bæði londini, Føroyar og Ísrael sum hava myndað hann.

Øll kunnu hoyra FM1 HER