FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg
Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru tilflytarar.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.
Í morgin klokkan 10 er Michael Antony Charles Jóhannesen gestur í "Home & Away". Pápi Michael Antony er úr Føroyum og mamma hansara er úr oyggjaríkinum, Trinidad og Tobago, nærri sagt Trinidad, ið er tann størra oyggin. Michael Antony fer at fortelja um hvussu tað er at vaksa upp við einari trinidadiskari og einari føroyskari mentan.