TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá málinum Brian Jacobsen skoraði fyri Skála, tá Skála tapti 1-2 ímóti HB í Havn fyrr í dag.
2) Hoyr samrøðuna, ið var við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Eyðun Klakstein í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.
Eyðun Klakstein er nøgdur við hugburðin og leikliga avrikið hjá Skála, men hann er sera vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at fáa úrtøku burturúr fleiri av málmøguleikunum Skála hevði ímóti HB í dag. Eyðun heldur avgjørt, at Skála hevði uppiborið at fáa stig ímóti HB í dag.
Nú hevur Skála eina grannauppgerð ímóti Víkingi komandi sunnudag, og tá vónar Eyðun Klakstein, at marginalarnir verða blíðir við Skála.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum hjá HB, og samrøðan FM1 hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson hoyrast HER