##med2##
- Eg sá, at tað var gott pláss innanfyri verjuna, og so meddaði eg til. Soleiðis orðar Salmundur Bech um sigursmálið hann skoraði fyri NSÍ móti EB/Streymi við Løkin í Runavík í kvøld.
Betuel Hansen spældi Salmund Bech frían til góða skotstøðu tá átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og tað málið gjørdist einasta málið í dystinum.
Salmundur Bech er glaður fyri møguleikan at spæla við einum toppliði í Betrideildini, har krøvini eru størri enn í botninum, har ein kann vera nøgdur við ein javnleik: - Nú spæli eg fyri at vinna í hvørjum dysti, sigur Salmundur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 segði frá sigursmálinum hjá NSÍ, ið Salmundur Bech skoraði.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Salmund Bech aftaná dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.