FM1: Mál og sjálvmál í dystinum B36-ÍF 2-2 (0-1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 mundi druknað av sínum mistøkum, men kom akkurát uppá turt aftur

##med2##

Tað gjørdist ein margháttligur dystur millum B36 og ÍF á Tórsvølli í dag.

Áðrenn dystin høvdu fuglfirðingar verið nøgdir við at fáa eitt stig, og B36 høvdu verið illa nøgdir við at fáa eitt stig, men aftaná javnleik 2-2 kunnu fuglfirðingar iðra seg, tí teir vóru á odda 2-0 væl hjálptir av B36, fyrst við einum sjálvmáli til 1-0, og so við einari "Jesper Olsen" sending sum Uros Stojanov beindi í málið til 2-0, men beint aftaná minkaði Hugin Samuelsen til 1-2.

ÍF hevði framvegis sigurin í pottinum, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Benjamin Heinesen við góðum uppleggi frá Hannes Agnarssyni at javna til 2-2.

Hetta er aðru ferð í ár, at B36 missir stig móti einum sonevndum "botn 5 liði" á heimavølli hetta kappingarárið. Fyrru ferð var móti B68. Tann dysturin endaði 0-0. 

B36-ÍF 2-2 (0-1)

0-1 Sjálvmál (35.)
0-2 Uros Stojanov (70.)
1-2 Hugin Samuelsen (71.)
2-2 Benjamin Heinesen (90. +)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge at siga frá málunum sum komu í dystinum. 

(B36-ÍF 2-2 (0-1) - Hoyr frásøgn av málunum)