FM1: Ljóðkavalkada frá kappingarárinum hjá HB

(Gullradio á FM1) Hoyr frásagnarbrot og samrøðubrot frá teimum 26 dystunum HB hevur spælt í Betrideildini hetta kappingarárið

##med2##

TRÝST á ljóðfíluna omanfyri og hoyr frá FM1 eina ljóðkavalkadu frá kappingarárinum hjá HB.

Á ljóðkavalkaduni eru frásagnarbrot hjá Tróndi Arge, Sjúrði H. Hoydal og Petur Asbirni Lervig, og samrøðubrot við høvuðsvenjaran og spælarar hjá HB.

Talan er um upptøkur frá teimum 26 umførunum, ið eru leikt í Betrideildini í ár.

Ljóðkavalkadan er partur av sendingini "Gullradio", ið er á FM1 seinnapartin í dag millum klokkan 14 og klokkan 18. 

HER  ber til at hoyra annan senditíman í Gullradio. Petur Asbjørn Lervig prátaði við HB-arar uppi í HB-húsinum í Gundadali. 

HER  ber til at hoyra triðja senditíman í Gullradio, ið var Fótbóltspanelið. Gestir vóru Teitur Joensen, viðmerkjari og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum. 

HER  ber til at hoyra fjórða senditíman í Gullradio. Gestir vóru HB-veteranarnir, Eyðun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Páll Mohr Joensen.

(Ljóðkavalkada við frásagnarbrotum og samrøðubrótum frá kappingarárinum hjá HB í 2020)