##med2##
Landsliðsfjepparar kring landið eru vónbrotnir aftaná 0-0 javnleikin í venjingardystinum móti Gibraltar á Victoria leikvøllinum í Gibraltar. Tað sæst aftur á teimum sosialu miðlunum.
Tveir spælarar sum avgjørt ikki eru nøgdir við null-loysnina niðri í Gibraltar eru liðskiparin, Hallur Hansson og Jóannes Bjartalíð.
Hallur rakti stongina hjá Gibraltar við bestu royndini sum var í dystinum, og Jóannes Bjartalíð hevði eisini ein stóran málmøguleika sum hann sendi framvið málinum hjá Gibraltar.
Jóannes Bjartalíð heldur seg skylda landsliðnum nøkur mál aftaná málmøguleikarnar hann hevur havt seinastu dystirnar.
Hallur Hansson heldur, at Føroyar avgjørt høvdu málmøguleikarnar sum skuldu til fyri at vinna dystin, og tí iðrar tað hann, at tað ikki eydnaðist at fáa sigurin til høldar.
Landsliðsvenjarin Håkan Ericsson er ikki nøgdur við, at liðið ikki fekk meira burturúr stóru málmøguleikunum, men hann heldur, at leikliga var talan um eitt heilt gott avrik móti einum ógvuliga verjukendum liði.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Hall Hansson, Jóannes Bjartalíð og Håkan Ericsson.
Týsdagin klokkan 16 spæla Føroyar venjingardyst móti Liktinstein í Suður-Spania. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.