##med2##
Framtíðin er bjørt. Tað kunnu vit staðfesta aftaná fýra góð avrik á heimavølli hjá føroyska U21-landsliðnum í september og oktober. Í kvøld krýndu U21-mennirnir góðu avrikini á heimavølli við at vinna 1-0 á Montenegro á Svangaskarði á Toftum.
Áður hava Føroyar á heimavølli í ár vunnið 3-1 á Ísrael, og tapt tepurt 0-2 móti krútsterka spanska U21-landsliðnum og sera tepurt 1-2 móti Norðurmakedonia.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein fegnan liðskipara, Petur Knudsen sum er sera stoltur av sínum spælarum. Nú ætlar Petur sær stig móti greiða oddaliðnum, Spania á útivølli.
2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein eins fegnan hjálparvenjara hjá Hegga Samuelsen, ið stórfegnast um ein fult uppibornan sigur. Hegga slær fast, at nógv gott fólk er á veg, og framtíðin er bjørt
Føroyar-Montenegro (U21)
1-0 Stefan Radosavljevic (29.)
Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Hjalti Kárason Djurhuus – Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Lukas Giessing – Pætur J. Petersen.
##med3##
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá sigursmálinum og dystarendanum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við sigursmálskjúttan, Stefan Radosavljevic.
.