##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum Víkingur-ÍF 1-2 (0-0).
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard sum stórfegnast um 2-1 sigurin á grannunum. Umframt góða sigurin kann Jan eisini staðfesta bestu ÍF-manning í mong ár, og tað ger alt hugaligari.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein sum harmast ósigurin, og staðfestir nógvar brendar málmøguleikar í hesum dystinum. Eyðun sigur, at myndin var tann sama í 1-4 tapinum móti KÍ, at hansara spælarar tóku ikki av málmøguleikunum.
Víkingur – ÍF 1-2 (0-0)
0-1: Gundur E. Petersen 60.
0-2: Uros Stojanov 73.
1-2: Finnur Justinussen 80.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus, ið venur Betrideildarliðið hjá ÍF saman við Ólavi Larsen.