FM1: Liðskiparin er stoltur av sínum monnum

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá U21-landsliðnum, Petur Knudsen aftaná heiðurliga avrikið í 0-2 tapinum móti Spania

##med2##

Spania er framvegis greitt oddalið í EM-undanbólki 6 fyri U21-landslið, og teir eru framvegis ósigraðir við 19 stigum fyri sjey dystir, og málúrtøkuni 12-1. Seks stig eru niður til Norðurmakedonia á øðrum plássi.

Í kvøld vann Spania 2-0 á Føroyum á Tórsvølli, men tað var við tógvið stríð, tí føroyska liðið vardi væl, stríddist væl og kom til málmøguleikar sum kundu givið Føroyum stig í kvøld. Spaniólar settu sína AC Milan-stjørnu, Brahím Diaz inn, og hann gjørdist munurin millum liðini við at skora tvey mál.

Føroyar – Spania 0-2 (0-0)

U-21 EM undankappingardystur

0-1: Brahím Diaz 51.

0-2: Brahím Diaz 91.

Nú Bjarni Petersen ikki var við í kvøld var Petur Knudsen liðskipari hjá føroyska liðnum.

Ungi áleyparin hjá NSÍ, ið er sonur landsliðsmálverjulegenduna, Jens Martin Knudsen er sera fegin og errin um heiðurin at bera liðskiparabandið.

Hann er eisini errin av avrikinum hjá sínum monnum, at teir kunnu avrika so væl ímóti einum sponskum liði, ið er verandi evropameistari fyri U21-landslið.

Føroyar liggja á aftasta plássi við trimum stigum. Fýra stig eru upp til Montenegro, ið Føroyar spæla ímóti á Svangaskarði á Toftum. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, ið byrjar klokkan 17 týsdagin. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Petur Knudsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan, Róa Zachariassen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bagga, ið er U21-landsliðsvenjari.

##med3##

Samrøða: Petur Knudsen aftaná tepurt tap móti Spania