FM1: Ólavur Larsen eisini atfinningarsamur um dómaraavrikið

(FM1) Ólavur Larsen meinar avgjørt, at dómarin í Klaksvík í dag setir KÍ í gongd við einum skeivt dømdum brotssparki

##med2##

KÍ vann tá samanum kom greitt 4-1 á ÍF, men tá átti als ikki at verið so greitt sambært øðrum av venjarunum hjá ÍF.

- Eg veit ikki hvat ein skal tora at siga, men eg vil siga, at dómarin setir teir (KÍ red.) í gongd aftur við einum brotssparki. Tað er slettis yvirhøvur ikki brotsspark. Teir (KÍ) gera eitt umkast (eitt skeivt tikið innkast), ið ikki verður dømt. Bólturin kemur inn fyri, Sámal Joensen (ÍF) ger eina framúr góða takkling, og hann (dómarin) dømir brotsspark. Tað er fullkomuliga hol í høvdið, og tað blívur so 2-1 til KÍ tá. Hetta heldur ein bersøgin, Ólavur Larsen, ið var einasti venjarin hjá ÍF við síðulinjuna í dag. Hin venjarin, Hans Jørgen Djurhuus hevur fingið venjarabann orsaka av dómarakritikki í seinasta dystinum ÍF tapti 2-3 móti NSÍ á heimavølli.

Ólavur Larsen heldur, at ÍF-leikararnir fóru niður við høvdinum tá KÍ kom á odda 2-1, og heldur Ólavur, at eitt vánaligt dómaraavrik gjørdi sítt í hesari støðuni. 

ÍF var annars á odda 1-0 í steðginum.

KÍ-ÍF 4-1 (0-1)

0-1 Sjúrður Pauli Nielsen (9.)

1-1 Páll Klettskarð (57.)

2-1 Jóannes Bjartalíð (62.) br.sp.

3-1 Páll Klettskarð (75.)

4-1 Ole Erik Midtskogen (77.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra ein bersøgnan Ólav Larsen í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal, reportara hjá FM1 aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð siga frá teimum fimm málunum, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. 

 

 

(Samrøða við ein atfinningarsaman Ólav Larsen)