Føroyar spældu 10 framúrskarandi minuttir móti Ukraina, og vóru frammanfyri 5-4 og 6-5, men so datt Jeppe úr barónasongini. Sterka ukrainska liðið vísti seg frá síni bestu síðu, bæði í álopspartinum og í verjupartinum, og spakuliga øktist munurin. Ukraina var á odda 17-12 í steðginum, og hetta bygdu teir uppá í seinna hálvleiki og vunnu 30-19.
Gunnar Djurhuus, viðmerkjari hjá FM1 heldur, at tað er góðkent, at Ukraina fær 30 mál, men 19 mál í egnan lut er alt ov lítið, og tann parturin má bøtast.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal orðið á Trónd J. Kragesteen, Kjartan Johansen og Sonni Larsen, landsliðsvenjara. Semja er um, at ukrainska liðið spældi framúr væl, men meiri átti at verið komið burturúr hjá føroyska liðnum.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi fyri FM1 aftaná EM-undankappingardystin millum Ukraina og Føroyar. Fremst hoyrist seinasta løtan av dystinum, har Sjúrður og Gunnar Djurhuus taka samanum dystin.
Liðini spæla aftur í Royal Arena í Keypmannahavn, leygardagin klokkan 17.45. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Bólkur 8 | Lið | D | V | J | T | Mál | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Danmark | 2 | 2 | 0 | 0 | 65:41 | 4 | |
2. | Ukraina | 3 | 2 | 0 | 1 | 83:73 | 4 | |
3. | Montenegro | 2 | 0 | 1 | 1 | 48:53 | 1 | |
4. | FØROYAR | 3 | 0 | 1 | 2 | 60:89 | 1 |