FM1 fær vitjan av trimum manslandsliðsleikarum í hondbóltstímanum eftir tíðindini klokkan 15.00
Helgi Hildarson Hoydal, Rói Berg Hansen og Tóraldur Kollsker vóru á U21-landsliðnum, sum vann IHF Trophy í Bulgaria í 2015, og leikararnir fara at minnast aftur á ta kappingina.
Tvey ár seinni gjørdust Helgi Hildarson Hoydal og Rói Berg Hansen víðagitnir sum partar av U21-landsliðnum sum fór til HM í Algeria, meðan hin tvey ár eldri Tóraldur Kollsker var í drúgvum skaðastríði.
Leikararnir verða spurdir um sínar skaðar ígjøgnum tíðina og enda við at geva sína meting av Okkaradeildini og SMS-deildini.
Claus Rasmussen, íðin viðmerkjari hjá FM1 gevur eisini sínar metingar - serliga um SMS-deildina, har tríggir dystir verða leiktir sunnudagin.
Hondbóltstímin verður sendur beinleiðis á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 15.00











