FM1: Korona rakti landsliðsarbeiði í flogbólti meint

(FM1) Hoyr samrøðuna flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen undan steypahálvfinalunum

##med2##

Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen hevði nógv um oyruni ígjár viðvíkjandi fyrireikingum til steypahálvfinaludagin sum er í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag.

Hann gav sær tó tíð at gera eina samrøðu við flogbóltsreportarin hjá FM1, Óla G. Samuelsen.

Magnus stórfegnast um hvussu steypahálvfinaludagurin í Badmintonhøllini í Klaksvík hevur ment seg til at gerast eitt rimmar tiltak fyri flogbóltin í Føroyum.

Magnus ásannar, at Korona hevur rakt føroyskan flogbólt meint, men tað ringasta er, at Korona hevur rakt landsliðsarbeiði so landsliðini ikki hava verið í dysti í longri tíð. Eisini hava Føroyar mist høvið at hýsa altjóða kappingum orsaka av Korona.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Magnus Tausen í Klaksvík ígjár. 

Kl. 13.00: SÍ – Mjølnir, Meistaradeild kvinnur
Kl. 15.00: ÍF - SÍ, Meistaradeild menn
Kl. 17.00: Dráttur – Fleyr, Meistaradeild kvinnur
Kl. 19.00: Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn

Frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum dystunum.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen í Klaksvík ígjár. 

HER  ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Mjølnir-formannin, Jóhann Lützen í Klaksvík ígjár. 

 

 

(Flogbóltsupptaktssamrøða: Magnus Tausen)