FM1: Klæmint og NSÍ í hopla

Hoyr málini og samrøður frá dystinum millum NSÍ og Skála

##med2##
Tað var einki at rafla um, tá ið NSÍ í gjár hevði vitjan av grannunum av Skála. NSÍ skoraði trý mál í fyrra hálvleiki, og so var eingin ivi um, hvør fór at vinna stigini.

Hoyr mál og samrøður við Klæmint A. Olsen og Pætur D. Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini 

Skála vísti í løtum fínt samanspæl og stórt hugflog, men tað eydnaðist ongantíð gestunum við Løkin at vinna seg í heilt upplagdar málmøguleikar, og so kostaði tað nógv, at verjuspælið ikki var so sannførandi. NSÍ var ágangandi, og tað var væl meiri broddur í álopsspælinum hjá heimaliðnum.

Eftir framlegging úr høgru frá Bárði J. Hansen stýrdi Klæmint A. Olsen beinanvegin og við høvdinum bóltin í málið. So var 1-0, og eftir framlegging úr vinstru økti Pól Jóhannus Justinussen um leiðsluna til 2-0.

##ms## 

Skála misti ikki mótið, men tá ið heimaliðið dygst undan steðginum økti um leiðsluna til 3-0 við brotssparki, sum Petur Knudsen tók sær av, kendist tað vera mest sum greitt, at øll stigini fóru at vera eftir við Løkin. Tað var lívligt í seinna hálvleiki, tá ið tað vóru spentar støður í báðum endum, men intensiteturin var ikki heilt so stórur, tí tað var alt meiri greitt, at NSÍ skuldi tryggja sær øll stigini.

NSÍ er nú næstfremst við 25 stigum – eitt stig aftanfyri toppliðið KÍ. Skála hevur fimtan stig.

FM1: Málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Pætur D. Jacobsen