FM1: Klæmint fegnast um gott liðavrik hjá NSÍ

(FM1) Hoyr hvussu Klæmint A. Olsen skoraði sigursmálið móti KÍ, og hoyr hann seta orð á dystin

##med2##

NSÍ helt lív í vónini at knógva heim annað plássið í Betrideildini, ið gevur rætt til Europa League fótbólt komandi ár við at vinna týdningarmiklan 1-0 sigur á KÍ við Løkin í Runavík.

Sum ikki einaferð var tað Klæmint A. Olsen, ið gjørdist sigursmálskjútti hjá NSÍ. Sigursmálið kom tá ein lítil hálvur tími var spældur, og stóð bert 16 ára gamli Jørgen Nielsen fyri upplegginum til sigursmálið.

NSÍ er á øðrum plássi við 60 stigum, B36 hevur 59 stig og KÍ hevur 58 stig. KÍ hevur tó ein útsettan dyst móti AB komandi mikudag klokkan 17.

Leygardagin spælir NSÍ móti B36 á Tórsvølli, og KÍ tekur móti HB.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá sigursmálinum Klæmint A. Olsen skoraði fyri NSÍ.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin. Klæmint fegnast um eitt framúr gott liðavrik hjá NSÍ í tí seinasta heimadystinum í ár, og hann er eisini framúr fegin um avrikið hjá bert 16 ára gamla liðfelaganum, Jørgen Nielsen sum legði upp til sigursmálið hjá NSÍ. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

(NSÍ-KÍ 1-0 (1-0). Hoyr sigursmálið og samrøðu við sigursmálsskjúttan, Klæmint A. Olsen)