##med2##
TB vann ein hart tiltrongdan 2-0 sigur á Skála fyrr í kvøld.
Sigurin merkir, at TB er omanfyri niðurflytingarstrikuna við fimm stigum. AB hevur trý stig á næstaftasta plássi, og Skála er aftast við bert einum stigi. Komandi sunnudag tekur TB móti AB, og kann tá økja um frástøðuna.
Skála – TB 0-2 (0-0)
0-1: Ndende Adama Guéye 60.
0-2: Poul Ingason br 92.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr eina stutta samrøðu við seinna málskjúttan hjá TB, Poul Ingason, ið staðfestir ein sera týðandi fyrsta sigur hjá TB. Poul heldur, at sigurin hevur ein sálarligan stóran týdning fyri TB, og nú seta TB-arnir nøsina eftir at fáa fyrsta heimasigurin tá AB kemur á vitjan.
2) Hoyr eina stutta samrøðu við Niels Paula Danielsen hjá Skála, ið ásannar, at tað sær ikki gott út hjá Skála í løtuni. Niels Pauli vil ikki skylda uppá skaðar, tí tað dragast hini liðini eisini við. Niels Pauli hevur eina vón um, at Skála fer skjótt at venda gongdini.