##med2##
Grundspælið í SMS-deildini og í Burn-mansdeildini er komið í helvt, og tí helt hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal, at tað var hóskandi at taka samanum kappingina higartil í sendingini Hondbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin.
Sjúrður hevði boðið hondbóltsviðmerkjaran, Julian J. Johansen í Rásarúmið í Krosslíð í Havn fyri at taka samanum grundspælið í SMS-deildini og í Burn-mansdeildini higartil.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
Sunnudagin sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystunum millum Neistan og H71 í SMS-deildini og í Burn-mansdeildini. Kvinnudysturin byrjar klokkan 14 og mansdysturin byrjar klokkan 16.