##med2##
Royndi leikarin hjá Fleyr, og fyrrverandi landsliðsleikarin, Jens Heri Bolstad Mortensen var gestur hjá Óla G. Samuelsen í sendingini Flogbóltspanelið á FM1 seinnapartin.
Óli og Jens Heri tóku samanum gongdina í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum higartil hetta kappingarárið.
Í morgin klokkan 14 sigur Óli G. Samuelsen á FM1 beinleiðis frá dystinum í kvinnudeildini millum SÍ og Drátt, og klokkan 16 sigur Óli frá dystinum millum SÍ og Fleyr í mansdeildini. Báðir dystirnir vera spældir í Sørvági.










