FM1: Jens Bertil er heldur nøgdari enn Mikkjal

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar, Mikkjal Thomassen (KÍ) og Jens Bertil Askou (HB) seta orð á minniliga 3-3 javnleikin í Gundadali

##med2##

Áskoðararnir, lurtararnir og tey sum stroymdu dystin millum HB og KÍ, ið endaði við javnleiki 3-3 vóru sera væl nøgd við undirhaldið og intensitetin í dystinum. 

HB – KÍ 3-3 (1-2)

1-0: Daniel Johansen 8.

1-1: Jóannes K. Danielsen 28.

1-2: Patrik Johannesen 30.

2-2: Jógvan Rói Davidsen 56.

2-3: Jonn Johannesen 58.

3-3: sjálvmál 73.

Høvuðsvenjararin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen vil ikki taka ímóti einum tillukku-ynski frá Tróndi Arge, ið ger hann varugan við, at KÍ er fyrsta liðið sum steðgar sigursrøðini hjá HB, og hann er minni nøgdur við úrslitið, um enn hann er nøgdur við fleiri lutir í spælinum hjá KÍ, og eisini nøgdur við, at KÍ aftaná eina tunga byrjan í landskappingini hevur arbeitt seg uppaftur. Mikkjal heldur, at KÍ skapti fleiri málmøguleikar enn HB, ið hann tó viðgongur eisini komu til góðar støður. 

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Bertil Askou er heldur nøgdari. HB heldur frástøðuna til hini liðini, og so leingi HB ikki tapir dystir verður tað ikki lætt hjá hinum liðunum at fara framum HB. Jens Bertil dregur fram Samuel Johansen Chukwudi, ið fyllir 17 ár fyrsta dagin, og sum Jens Bertil sigur "átti" vøllin seinastu 20 minuttirnar. Jens Bertil sparir heldur ikki rósurnar til Teit Matras Gestsson, ið sera hegnisliga bjargaði einum brotssparki tá KÍ var á odda 2-1, og kundi lagt seg á odda 3-1. Tó heldur Jens Bertil eitt sindur speiskliga, at KÍ tíðum hevði uppstillingina 6-3-1.

Hvørgin høvuðsvenjarin torir enn at seta navn á nakað spælarakeyp, men tað verður ikki útihýst, at styrkur er á veg.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Bertil Askou.

HER  ber til at hoyra:  1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Andrew av Fløtum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 2) Hoyr Trónd og Andrew taka samanum ein framúrskarandi dyst.

##med3##

##ms##

 

(Samrøður: Mikkjal Thomassen og Jens Bertil Askou)