Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur seinastu árini arbeitt við at fáa handilssáttmálar í lag við fleiri av heimsins londum. Millum teirra er Japan og hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálaráðnum fyrradagin japanska uttanríkisráðharran, Tarp Kano, í samband við setanina av Arctic Circle stevnuni í Reykjavík.
Millum evnini, ið blivu viðgjørd á fundinum millum ráðharrarnar, var avtalan frá februar í ár, tá teir samdust um at virka fyri eini fríhandilssáttmála millum londini. Ein fríhandilssáttmála, ið Poul Michelsen sær stórar møguleikar í.
- Kemur Japan á banan, so vil tað at lætta um hjá okkum at gera avtalur við onnur lond. Tað er líka sum hetta her við at bróta upp úr nýggjum. Øll tilgongdin skal snikkast til hvørja ferð á vegnum til tey lond, ið vit eru í samráðingum við frammanundan. Fáa vit ein sovorðnan sáttmála við Japan upp á pláss, so kann hann brúkast sum skabelón fyri tey allarflestu. Tað hevði bøtt og lætt munandi upp á okkara arbeiði at fáa handilsavtalur, sigur Poul Michelsen í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindasendingini á FM1.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.