##med2##
KÍ livdi upp til favorittleiklutin og vann sannførandi 3-1 á 07 Vestur, ið avrikaði væl frægari í seinna hálvleiki. KÍ var á odda 2-0 í steðginum og kundi havt eina størri leiðslu í steðginum.
Liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen fegnast um góða avrikið, og fegnast um at hava fulla úrtøku aftaná trý tey fyrstu umførini.
Liðskiparin hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær harmast fyrra hálvleikin, har 07 Vestur var undir stórum trýsti í mótvindinum á Dungasandi. Hann er tó fegin um, at liðið avrikaði munandi betri í seinna hálvleiki og fekk eitt vakurt frísparksmál, ið Jasper van der Heyden setti í netið.
07 Vestur – KÍ 1-3 (0-2)
0-1: Árni Frederiksberg (19.)
0-2: Páll A. Klettskarð (44.)
0-3: Claes Philip Kronberg (63.)
1-3: Jasper Van Der Heyden (74.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar, ið vóru við Jákup Biskopstø Andreasen og Daniel Obbekjær á FM1.