##med2##
Millum tey sum tóku lut í fyrstu sendingini "10´arin" á FM1 fyrrapartin í dag var føroyski yrkisspælarin í týskum fótbólti, Jóan Símun Edmundsson.
26. september skrivaði Jóan Símun søgu við at gerast fyrsti føroyski málskjúttin nakrantíð í týsku bundesliguni, tá hann skoraði sigursmálið móti FC Køln.
Seinastu fýra mánaðarnar hevur Jóan Símun ikki fingið somikið sum ein minutt av spælitíð fyri Arminia Bielefeld, men toftamaðurin hevur valt at bíta tennirnar saman og stríðast til venjing, og so bíða til møguleikin aftur fer at vísa seg.
Tað er annars hart at vera í Týsklandi, ið hevur havt eina stóra Koronu-niðursteinging, og tí er tað bara til venjingar, og til at keypa mat, at Jóan Símun sleppur ein túr frá heiminum hjá sær.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Jóan Símun Edmundsson í "10´aranum" fyrrapartin í dag.