FM1: Hvørki EB/Streymur ella AB eru nøgd við javnleikin

(FM1) Hoyr samrøður við Jákup Paula Breckmann hjá AB og Kristian Joensen hjá EB/Streymi

##med2##

 

1-1 javnleikurin millum EB/Streym og AB við Margáir flutti ikki liðini so ræðuliga nógv á stigatalvuni. AB kom ájavnt B68 á stigatalvuni við 21 stigum, og EB/Streymur er framvegis fýra stig aftanfyri B36 í kapprenningini um fjórða plássið.

 

EB/Streymur – AB  1-1 (0-0)

 

0-1: Danis Zvirkic (54.)

 

1-1: Rói H. Olsen (83.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Eyðstein Zachariassen siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við Jákup Paula Breckmann hjá AB.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við Kristian Joensen hjá EB/Streymi. 

 

- Eitt stig er frægari enn einki, men vit eru vónbrotnir av, at vit ikki vunnu fulla úrtøku. Umframt tá ið vit skoraðu, høvdu vit ein stóran málmøguleika, men tá bjargaði Kristian Joensen væl. Vit hildu teimum frá uppløgdum málmøguleikum, og tað eigur ikki at koma fyri, at teir skora mál í tí deyðbóltsstøðuni, sum bar mál við sær, sigur AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann við FM1.

 

 -Vit eru vónbrotnir av úrslitinum, og vit eru vónbrotnir av avrikinum. Tað var ov tamt, og tað gekk ov seint fyri seg, og tí varð tað sjáldan vandamikið. Vit royndu ymiskt, og tá ið AB hevði skorað, kendist tað sum um, at vit hugdu meiri inneftir og tóku størri ábyrgd. Tað bar eitt mál við sær, og høvdu vit spælt á sama hátt allar 90 minuttirnar, sum vit gjørdu síðstu løtuna, so høvdu vit ivaleyst havt vunnið fulla úrtøku. Vit hugsa als ikki um Europa. Tað ræður um at avrika væl í øllum dystunum, og tað gjørdu vit ikki í dag. Nú ræður tað um at fyrireika okkum til næsta dyst og vísa frægari avrik. Vit hava møguleika ímóti øllum, um vit leggja alt fyri, sum vit eiga í okkum, og tað gjørdu vit tíverri ikki í dag, sigur Kristian Joensen við FM1. 

 

 

 

 

 

 

 

EB/Streymur-AB 1-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður: Jákup Pauli Breckmann og Kristian Joensen

EB/Streymur-AB 1-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður: Jákup Pauli Breckmann og Kristian Joensen