Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag frá klokkan 16 til 17, verður gesturin hesa ferð Michael Winther, venjari hjá TB.
Hann er úr Týsklandi, men hevur arbeitt í fleiri ár í Danmark og tosar danskt. Hann kom til TB undan farna kappingarári og fór beint at venja besta mansliðið. Teir vandu so nógv, at Poul Ingason segði í samrøðu við fótbóltsblaðið hjá FSF, at hann ongantíð hevði vant so nógv.
Sermerkt við kappingarárinum í fjør er, at TB hevur havt nógvar útlendskar spælarar. Samanlagt bleiv tað til 11 útlendskar spælarar. Onkur helt fyri, at tað var dekan og nógv. Søgan er tann sama í ár, og tí fara vit at spyrja venjaran hjá TB hvat tankin er aftanfyri tilgongdina.
TB stóð seg væl í verjupartinum, menhevði trupult við at fáa mál. Er hetta spælistílurin hjá Michael Winther, ella ein avleiðing av spælarasamansetingini? Hvussu upplivur Michael Winther føroyskan fótbólt og hvussu langt kann TB røkka? Tað eru nakrir av spurningunum, sum verða settir venjaranum hjá TB í dag frá klokkan 16 á FM1.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til sendingina, so kanst tú senda SMS til 559999.