FM1 hoyrist aftur á Tune In

Tune In er vælumtókt hjá mongum lurtarum

Hjá fleiri lurtarum sum lurta eftir FM1 á Tune In, ella á Sonos gjøgnum Tune In kom tað dátt við, at FM1 fyri stuttum ikki hoyrdist á Tune In.

 

Nú er hetta fingið í rættlag aftur aftaná eina stutta fráveru av tænastuni. 

 

Tey sum lurta eftir útvarpi gjøgnum FM-netið gerast færri, og tað gerst alt vanligari hjá brúkarunum at lurta eftir útvarpi gjøgnum netið.