FM1: Hoyr undanfinalusamrøðurnar við H71 og Neista venjararnar

(FM1) Hoyr hvat Ingi Olsen, venjari hjá H71-kvinnum og Kári Horn, venjari hjá neistakvinnum høvdu at siga stutt undan Faxe Kondi finaluni

##med2##

Beint undan dystarbyrjan í Faxe Kondi steypafinaluni hjá kvinnunum millum H71 og Neistan í høllini á Hálsi í Havn fekk reportarin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á venjarnar, Inga Olsen hjá H71 og Kára Horn hjá Neistanum.

Báðir vænta ein 50/50 dyst har tað ikki verður ikki nógv sum skilir liðini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Ingi Olsen og Kári Horn søgdu á FM1 fyri løtu síðani. 

(Undanfinaluprát við Inga Olsen og Kára Horn)