FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg
Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru útlendingar ella tilflytarar.
Thomas Warner, ið hevur enskan pápa og føroyska mammu var gestur í ensktmæltu sendingini hesaferð, og greiddi frá teimum báðum mentaninum, ið hava myndað hann, tað ensku og tað føroysku mentanina.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.
HER ber til at hoyra triðju sendingina. Gestur var Sharon Sivertsen, ið hevur srilanska mammu og føroyskan pápa.
HER ber til at hoyra aðru sendingina. Gestur var Mickey Shemesh, ið hevur ísraelskan pápa og føroyska mammu.
HER ber til at hoyra fyrstu sendingina. Gestur var Joy Johannesen, ið hevur føroyskan pápa og pakistanska mammu.