##med2##
Væl smurda álopsmaskinan hjá KÍ koyrdi aftur væl í dag. Í dag gekk tað útyvir uppflytararnar, AB sum máttu leggja rygg til eitt 1-6 tap við Djúpumýru í dag. AB bleiv tó fyrsta liðið at skora móti KÍ hetta kappingarárið.
KÍ-AB 6-1 (4-1)
1-0 Jonn Johannesen (10.)
2-0 Páll A. Klettskarð (16.)
3-0 Jesper Brinck (29.)
4-0 Jonn Johannesen (39.)
4-1 Teitur D. Olsen (44.)
5-1 Mads Boe Mikkelsen (52.)
6-1 Páll A, Klettskarð (54.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðu við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ sum er fegin um stórsigurin, men heldur kortini, at tað eru lutir í spælinum KÍ kann bøta um.
2) Hoyr samrøðu við Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjara hjá AB sum heldur, at talan gjørdist um tann væntaða munin millum liðini, og tí er hann ikki skelkaður av stórsigrinum hjá KÍ.