##med2##
HB fekk hevnd fyri einasta tapið í landskappingini í ár, tá teir seinnapartin á Tórsvølli vunnu 2-0 á NSÍ.
Stóri spælarin hjá HB var Dan í Soylu sum umframt at skora bæði málini hjá HB eisini vann HB eitt brotsspark, ið nýggi danski áleyparin, Mikkel Dahl brendi.
Jóannes Hansen tók soleiðis samanum málini hjá Dan í Soylu: - Tíggju minuttir undan steðginum fekk HB hol á. Daniel Johansen legði við frísparki úr vinstru og flatt fram til Mathias Nygaard, ið var púra leysur, tá ið hann snaraði sær á og spældi út til sera væl upplagda Dan í Soylu, ið skotfintaði, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum setti bóltin inn við stólpanum, meðan NSÍ verjan hugdi at. Og so var tað, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, at HB økti til 2-0 og tók spenningin burtur. Aftur var tað Dan í Soylu, sum var høvuðsleikari. Hann dró og dró fram eftir miðásinum. NSÍ verjan bakkaði og tøvdi. Dan í Soylu smekkaði til úr 20 metrum, bólturin tók í hælin á Oddi Á. Højgaard og snýtti Tórð Thomsen og fór í málið.
- Eg eri sera glaður, staðfesti Dan í Soylu aftaná dystin: - Nú hugsa vit um dystin móti Víkingi komandi hóskvøld, sigur Dan sum longu hevur eyga á tí næstu uppgávuni.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá báðum málunum Dan í Soylu skoraði fyri HB, umframt brenda brotssparkinum, ið Mikkel Dahl ikki megnaði at gagnnýta. Dan helt fyri, at nú átti hann at taka brotsspørkini um Adrian Justinussen ikki er tøkur.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Dan í Soylu.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl.