##med2##
Frøin er stór í Eysturkommunu aftaná 2-1 sigurin hjá liði teirra, Víkingi á heimavølli á verandi greipuvinnarunum, HB. Í fjør tapti Víkingur við steypafinaluni fýra ferðir móti HB, og longu nú eru teir hagtalsliga betri á tí hermótinum.
Víkingur - HB 1-2 (0-0)
0-1: Michal Przybylski 65.
1-1: Jákup Johansen 72.
1-2: Andreas Lava Olsen 76.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var gamla Víkinga-kempan, Hanus Jacobsen.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein ovurfegnan og sigurssælan liðskipara hjá Víkingi, Atla Gregersen. Atli staðfestir, at dysturin móti verandi greipuvinnarunum var ein roynd hjá Vìkingi, og hann fegnast stórliga um, at hann og liðfelagarnir stóðu testina. Atli slær fast, at teir ætla at gera Sarpugerði til eitt sera torført stað at fáa stig hjá útiliðunum í mong ár framyvir. Tó minnir Atla á, at sigurin í kvøld ger ikki Víking til nakran FM-kandidat, og hann væntar, at HB fer at koma sterkt aftur tey komandi umførini.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jonas Dal Andersen.
HER ber til at hoyra hvussu Hans Jørgen Djurhuus undan dystinum tippaði so snórabeint 2-1 til Víking.