##med2##
Føroyar hava skorað í níggju av tíggju dystum við Håkan Ericson sum landsliðsvenjara. Føroyar hava skorað í átta kappingardystum á rað við Håkan Ericson sum landsliðsvenjara. Tað er millum tað jaliga sum liggur eftir aftaná 1-3 útitapið móti einum krútsterkum eysturríkskum liði.
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
0-1: Sonni Ragnar Nattestad 19.
1-1: Dragovic 30.
2-1: Baumgartner 37.
3-1: Kalajdziz 44.
- Í umklæðingarrúminum og millum spælararnar og øll hini harmast vit um mistøkini. 3-1 á útivølli ímóti Eysturríki man hjá teimum flestu kennast at vera at liva við, men soleiðis er tað ikki hjá spælarum, sum kappast á hesum støðinum. Teir eru uppaldir til at stríðast fyri at vinna, og teir góðtaka ikki at tapa, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari, úr Eysturríki, segði hjálparvenjarin Eli Hentze við Trónd Arge á FM1 aftaná dystin.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sammetir við vinardystin, sum var ímóti Danmark í Herning 7. oktober í fjør: - Tá taptu vit 4-0, og tá hekk spælið hjá okkum ikki so væl saman. Í kvøld taptu vit 3-1, og vit hava fleiri lutir, sum vit kunnu taka við okkum. Vit hava arbeitt við at skipa verjuspælið, og tað sær betri út, men í kvøld vóru vit mintir á, at mistøk verða eirindarleyst sektað. Eitt nú, tá ið kastað varð stutt í staðin fyri langt, tá ið stóru menninir hjá okkum vóru frammarlaga á vøllinum. Tá gjørdu teir skjótt av og skoraðu. Og so er tað skipanin av verjuni, tá ið vit í fyrstu atløgu hava byrgt fyri pressi frá mótstøðuliðnum. Tá er neyðugt at varðveita organisatiónina, men tá ið tað ikki riggaði í kvøld, so bar tað tvey mál við sær, segði Håkan Ericson við Trónd Arge aftaná dystin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge siga frá málinum hjá Sonna Ragnari Nattestad. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Eli Hentze.
3) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Meinhard E. Olsen.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gilla Rólantsson og Patrik Johannesen.