##med2##
Sørvágskvinnur vunnu seg innaftur í stríðið um seinna FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti við einum sera góðum 3-1 sigri á Mjølnir á útivølli.
Klaksvíkskvinnur vunnu fyrsta sett, men SÍ vunnu greitt annað og triðja sett, og vunnu knúsandi trygt í fjórða settið 25-12.
Mjølnir-SÍ 3-1 (25-22, 17-25, 20-25 og 12-25)
Dráttur vann greiðan 3-0 sigur á TB á Giljanesi.
Dráttur-TB 3-0 (25-10, 25-12 og 25-19)
Mjølnir er enn greitt oddalið við 19 stigum. Dráttur er nummar tvey við 16 stigum. KÍF er nummar trý við 10 stigum, og Fleyr er nummar fýra við níggju stigum. SÍ hevur nú átta stig á fimta plássi, og TB er aftast við fýra stigum.
Kann klokkan 14 í morgin spæla KÍF og Fleyr í høllini í Kollafirði.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Óla G. Samuelsen, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.
2) Hoyr Gaja í Brekkuni, viðmerkjara taka samanum settini og dystin.
3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Katlu Henriksen hjá SÍ og Sofíu Purkhús Splidt hjá Mjølnir aftaná dystin. Katla undirspælir leiklutin hjá SÍ í FM-stríðnum, og sigur, at tær fara at satsa meir uppá at koma í steypafinaluna. Fyri Sofíu og liðfelagarnar var tað ein lítil strika í rokningini at tapa í dag, men tær eru enn níggju stig røttumegin málsetningin at vinna seg í FM-finalurnar.