##med2##
Greipuvinnararnir, HB hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá landskappingina.
Tað endaði við 5-2 stórsigri á NSÍ á Tórsvølli. Í fyrra hálvleiki hevði HB tungt hoyggj við NSÍ, og var tað ikki uttan hepnið, at HB var á odda 2-1 í steðginum. Í seinna hálvleiki var HB ruddiliga tað betra liðið, og NSÍ hevði langt frá líka nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki sum teir høvdu í fyrra hálvleiki.
HB – NSÍ 5-2 (2-1)
1-0: Hilmar Leon Jakobsen (7.)
2-0: Bartal Wardum (22.)
2-1: Petur Knudsen (32.)
3-1: Adrian Justinussen (56.)
4-1: Dan í Soylu (63.)
4-2: Klæmint A. Olsen (76.)
5-2: Dan í Soylu (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum sjey málunum sum komu á Tórsvølli. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein fegnan tvímálsskjútta hjá HB, Dan í Soylu sum stórfegnast um tað góða offensiva samanspælið hann og liðfelagarnir hava, og hvussu væl teir finna hvønn annan á vøllinum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen.