FM1: Hoyr Helga H. Hoydal seta orð á avrikið hjá U17-landsliðnum

Helgi Hildarson Hoydal setti orð á avrikið hjá U17-landsliðnum í tíðindasendingini á FM1 á døgurða.

##med2##

Júst sum døgurðatíðindini á FM1 skuldu byrja, framdi føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum eitt bragd, við 32-22 sigri á Norra.

Tíðindasendingin ringdi til Helga Hildarson Hoydal, A-landsliðsleikara, ið var staddur í høllini í Göteborg.

Landsliðsleikarin rósti avrikið hjá føroyingunum, men ásannaði eisini at Norra kanska ikki var so sterkt í hesum árganginum sum vanligt.

Eisini setti hann orð á eginleikarnar og góðskuna hjá føroyska U17-landsliðnum.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr samrøðuna, ið Pætur Hjalmar Evensson gjørdi við Helga Hildarson Hoydal í tíðindasendingini á FM1

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hvat Helgi H. Hoydal segði í tíðindasendingini á FM1