##med2##
Fótbólts-Føroyar hava blandaðar kenslur aftaná U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Norðurmakedonia á Tórsvølli.
Føroyar løgdu gott leikligt avrik fyri dagin, og hevði U21-landsliðið nóg mikið av málmøguleikum til at fáa eitt stig ella trý burturúr dystinum.
Eisini var tað synd og ergiligt, at eitt málmansdropp gav Norðurmakedonia eina 2-0 leiðslu, men føroyska liðið fall ikki í fátt, og Petur Knudsen syrgdi fyri, at vit komu á máltalvuna.
Føroyar - Norðurmakedonia 1-2 (0-1)
U-21 landsdystur
0-1: Milan Ristovski 16.
0-2: Kristjan Ackovski 80.
1-2: Petur Knudsen 85.
Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Andri Benjaminsen – Lukas Giessing (Steffan Løkin, 85.), Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 85.), Pætur J. Petersen – Jonn Johannesen, Petur Knudsen.
Venjari: Sámal Erik Hentze.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum, og taka stutt samanum dystin.
HER ber til at hoyra telefonsamrøðuna tíðindamaðurin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze.