##med2##
Víkingur hevur vunnið sær sjálvum víðari luttøku í Europa Conference League undankappingini, og hava vunnið føroyska Evropa-roknskapinum tveir sigrar við at vinna 1-0 heima og 2-1 úti á Europa FC úr Gibraltar.
Europa FC – Víkingur 1-2 (0-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar 19.
0-2: Sølvi Vatnhamar 45.+1.
1-2: Sergio Jiménez Sánchez 73.
Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 3-1
Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen og virkandi høvuðsvenjarin á túrinum í Gibraltar, Rasmus Nolsøe stórfegnast báðir um samlaða sigurin og víðari luttøkuna. Aftaná fýra ár uttanfyri Evropa hevur hesin sigurin framúr stóran ítróttarligan og sálarligan týdning fyri Víking.
Rasmus Nolsøe fegnast eisini um, at hansara menn hildu allar avtalur sum eisini gav ein sigur á Europa FC á útivølli.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Brand Jacobsen og Rasmus Nolsøe.