FM1: Hoyr Firmakappingarnar: KJ-Bygma og Magn-Betri Saltangará

(FM1) Tað vóru tvær stigaríkar firmakappingar - spurnarkappingar - á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Ætlandi kappast 32 fyritøkur/arbeiðspláss í Firmakappingi - spurnarkappingini - á FM1 í vetur.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Í dag kappaðust fyrst KJ á Kambsdali og Bygma Balslev í Hoyvík. Seinna kappingin var millum Magn á Viðarnesi og Betri í Saltangará. Talan gjørdist um tvær stigaríkar kappingar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakappingar. 

(Firmakappingar á FM1: KJ-Bygma Balslev og Magn-Betri Saltangará)