##med2##
Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsreportari hjá FM1 hevði tveir gestir í sendingini Hondbóltspanelið í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.
Fyrri gesturin var Helgi H. Hoydal, ið spælir við oddaliðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger.
Sjúrður og Helgi umrøddu EM í manshondbólti, gongdina hjá Viking Stavanger og Faxe Kondi steypakappingina hjá monnum.
Seinni gesturin hjá Sjúrði H. Hoydal var Turið Arge. Saman umrøddu tey Faxe Kondi kappingina hjá kvinnum, og tey numu eisini við komandi avbjóðingarnar hjá kvinnulandsliðnum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Hondbóltspanelið.
##med3##











